Hvat er sálarrøkt á netinum?
Sálarrøkt merkir "at røkja sálina" og er eitt tilboð frá fólkakirkjuni um eina samrøðu í trúnaði við ein prest.
Sálarrøkt á netinum er, at samrøðan gongur fyri seg, tá ið tú kjattar við prestin. Tú kanst kjatta um júst tað, ið tú hevur tørv á.
Tær nýtist ikki at vera limur í fólkakirkjuni fyri at kjatta við ein prest.
Sálarrøkt.fo er ætlað øllum uttan mun til kyn, aldur ella átrúnað.
Samrøðan fer fram í trúnaði. Tað vil siga, at bæði tú og sálarrøktarin eru navnleys, tá ið tit kjatta.
Ongar persónsdátur verða goymdar í sambandi við samrøðurnar, ið fara fram á sálarrøkt.fo.