Hvat kanst tú tosa um?
Tú kanst td. tosa um einsemi og strongd ella ósemjur í familjuni. Kanska skalt tú skiljast? Ella kennir tú teg sviknan av einum góðum vini ella starvsfelaga?
Kanska stríðist tú við angist ella tunglyndi og stúrir fyri degnum í morgin? Ella er tilveran merkt av sjúku, sorg, sjálvmorði, skuldarkenslu ella skomm?
Ella kanska kennir tú á tær, at tú ikki hevur tað gott, uttan at tú megnar at seta røttu orðini á, júst hví so er. Men skriva kortini. Tí har er einki, sum er "rætt" ella "skeivt" at tosa um, tá ið tú vendir tær til ein prest.
Presturin er vanur at lurta og tekur teg í álvara. Prestur hevur góðar stundir og situr klárur við knappaborðið.