Samrøða í trúnaði

Samrøðurnar á sálarrøkt.fo eru í trúnaði og báðir partar eru navnleysir. Navnloysið ger samrøðurúmið fordómaleyst í tann mun, at kyn, aldur og útsjónd ikki ávirka samrøðuna.

Tey, ið venda sær til sálarrøkt.fo, verða sostatt ikki ávirkað av áskoðanum, royndum ella fordómum, – og øvut.

Navnloysið ger tað lættari at tosa um evni, ið vanliga verða hildin at vera tabu, tá ið tosað verður um tey undir fysiskum karmum.
Navnloysið í kjattsamrøðuni á sálarrøkt.fo er harvið ætlað at skapa tryggleika bæði fyri teg og sálarrøktaran.

Kann eg fáa at vita, hvør sálarrøktarin er? 
Tað kanst tú tíverri ikki, tí navnloysið er galdandi bæði fyri sálarrøktaran og tey, ið venda sær til sálarrøktaran í kjattsamrøðuni.